Í Optikbúðini gera vit sjónkanningar til brillur og kontaktlinsur

Kanningarnar verða gjørdar í okkara handli í Bøgøtu 5 í Havn.
Vit bjóða serkøna og persónliga tænastu, tá tú velur brillur, brillugløs og kontaktlinsur hjá okkum.

Vit hjálpa tær fegin

At finna tín stíl

Í handli okkara í Bøgøgu 5 vilja vit fegin hjálpa tær, at finna tær heilt røttu brillurnar júst til tín. Til ber ikki at bíleggja brillustell á okkara nethandili.

At velja tey røttu gløsini

Bílegg tíð til eina sjónkanning her á heimasíðu okkara, og vit vegleiða teg, so tú finnur tey røttu gløsini, sum tær tørvar.

At tryggja tær góðsku fyri pengarnar

Vit selja linsur frá størstu linsuveitarum. Finnur tú ikki tað, tú leitar eftir, set teg so í samband við okkum á tlf 310088, ella send okkum ein teldupost á optik@optik.fo.
er lagt í kurvina
Kassi